Fríggjadagin 3. juli vitjar løgmaður í Självstyrelsegården, har álendska stjórnin og løgtingið húsast.
Løgmaður fer at hitta Viveku Eriksson og álendsku stjórnina. Á fundinum fara tey at umrøða m.a. viðurskiftini millum Áland og ES, álendska fyrivarnið innan skattalóggávu og veðurlags- og umhvørvismál. Harumframt fara partarnir at umrøða leiklutin hjá sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum.
Seinni á degnum verður vitjað á skansanum Bomarsund og slottinum Kastelholm og hugt verður eftir finaluni í flogbólti hjá monnum.
Tíðindafundur við Viveku Eriksson og løgmanni verður í Alandica Kultur- och Kongress, høli 203, fríggjadagin 3. juli kl. 10.30. (álendska tíð).
Meir fæst at vita við at venda sær til Petur Petersen, ráðgeva, á tlf. +298 551045