Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Johannesen, á almenna vitjan í Íslandi. Løgmaður fer til Íslands nú mánadagin 12. oktober og verður aftur í Føroyum hósdagin 15. oktober.
Mánadagin 12. oktober verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran. Á skránni fyri fundin eru politiska og búskaparliga støðan, framtíðar avbjóðingar og samstarv millum londini.
Á ferðini verður vitjað á Bessastøðum, har løgmaður skal hitta Ólafur Ragnar Grímsson, forseta. Løgmaður skal somuleiðis hitta uttanríkisráðharran, Øssur Skarphéðinsson.
Mikudagin 14. oktober er løgmaður boðin at halda fyrilestur á lærda háskúlanum Háskóla Íslands. Heiti á fyrilestrinum er Faroes in a globalized world.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf +298 551028.