Løgmaður luttekur hetta vikuskiftið á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík, har nomið verður við møguleikarnar og avbjóðingarnar í Arktis. Løgmaður fekk tann stóra heiður í gjár at flyta fram røðu á stóru ráðstevnuni, ið telur nógvar altjóða serfrøðingar, vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk.
-Sum partur av Arktis, hava Føroyar somu avbjóðingar sum aðrar arktiskar tjóðir við nógvum umfatandi og grundleggjandi broytingum. Hesar broytingar fevna um nógv øki, alt frá umhvørvi og politikki til búskap og sosial viðurskifti. Eins og Ísland og Grønland, raðfesta Føroyar arktiska samstarvið ovarliga. Eitt gott samstarv í Norðuratlantshavið er vegurin til at loysa felags avbjóðingar og at fáa eyga á mongu menningarmøguleikarnar í arktiska økinum, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, millum annað í røðu síni.
900 altjóða serfrøðingar, fjølmiðlafólk, vísindafólk, vinnulívsfólk, politikarar, lesandi og embætisfólk taka lut í Arctic Circle hetta vikuskiftið.
Les røðuna hjá løgmanni her