Seinnapartin í dag, mánadagin 1. november, fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, til Íslands at luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum.
Á ársfundinum skal løgmaður m.a. luttaka á norðurlendska toppfundinum millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og stjórnarleiðarnar. Í ár er evnið fyri toppfundin: Grønur vøkstur – leiðin burtur úr kreppuni. Á fundinum fer løgmaður at hava framløgu har hann fer at greiða frá føroyska politikkinum á orkuøkinum.
Undir ársfundinum fer løgmaður eisini at hava fund við stjórnaleiðarnar í Grønlandi og Álandi. Á fundinum fara tey at viðgera møguleikar fyri at styrkja samstarvið millum sjálvstýrandi londini í norðurlendska samstarvinum.
Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjadagin 25. november.
(Mynd: Globaliseringsforum 2009)
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028