Í morgun er løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen farin til Helsinki at luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum.
Løgmaður skal m.a. luttaka á toppfundinum millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar. Toppfundurin verður týsdagin, og evnið fyri fundin í ár er avbjóðingarnar hjá tí norðurlendska vælferðarstatinum.
Undir ársfundinum fara løgmaður og stjórnarleiðararnir í Álandi og Grønlandi at undirskriva eina samstarvsavtalu um at styrkja samstarvið millum londini í norðurlendskum høpi.
Løgmaður verður aftur í Føroyum hósdagin 1. november.
(Mynd: Globaliseringsforum 2009.)