26.10.2015 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á ársfund Norðurlandaráðsins

Løgmaður á ársfund Norðurlandaráðsins

Hesa vikuna fer løgmaður á ársfund í Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Reykjavík.

Evnið á ársfundinum er ”Hvordan kan vi øge muligheden for et tættere samarbejde i Norden?”.

Løgmaður skal taka lut á fleiri fundum í Reykjavík.

Eitt nú skal hann á fund við sínar norðurlendsku starvsbrøður- og systrar.

Løgmaður skal eisini hitta Sigmundur Davið Gunnlaugsson, forsætisráðharra Íslands.

Ársfundurin byrjar í morgin og endar hósdagin.