Kaj Leo Johannesen, løgmaður fór í morgun, til Keypmannahavnar, har hann skal luttaka á veðurlagsráðstevnuni COP15.
Klokkan 14.15 í dag setur løgmaður tiltakið Seas the future, sum er eitt sokallað ’Side event’ á ráðstevnuni í Bella Sentrinum.
Hóskvøldið 17. desember er løgmaður boðin til galladøgurða hjá Margrethu Drotning á Christiansborg saman við øllum ríkis- og stjórnarleiðarunum, ið luttaka á COP15 ráðstevnuni.
Fríggjadagin 18. desember luttekur løgmaður á topp-politiska partinum á ráðstevnuni fyri ríkis- og stjórnarleiðarar.
Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjakvøldið 18. desember.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028 ella Petur Petersen, ráðgeva á tlf. 551045