Veðurlag og burðardygd eru á skránni í morgin, tá ið arktiska ráðið hittist í Reykjavík. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer á fundin, har øll londini í Arktis eru umboðað.
Arktiska ráðið fer at skriva undir eina yvirlýsing og eina strategiska ætlan, sum ráðið hevur arbeitt við seinastu tvey árini. Hesi snúgva seg í høvuðsheitum um umhvørvisavbjóðingar og burðardygga búskaparliga menning.
Eftir fundin í arktiska ráðnum fer løgmaður eisini á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug Þór Þórarson.
Mynd: Løgmaður saman við grønlendska uttanríkisráðharranum Pele Broberg.
Fakta um arktiska ráðið
- Stovnað í 1996.
- Londini í arktiska ráðnum eru Danmark/Grønland/Føroyar, Ísland, Noreg, Svøríki, Finland, USA, Russland og Kanada.
- Ráðið hevur ráðharrafund annaðhvørt ár. Hetta er 12. fundurin.
- Londini skiftast at hava formansskapin í arktiska ráðnum. Ísland hevur havt formansskapin frá 2019 til 2021. Russland tekur nú yvir formansskapin næstu tvey árini, til 2023.