01.09.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á fund við Føroyanevndina hjá fólkatinginum

Løgmaður á fund við Føroyanevndina hjá fólkatinginum

Seinnapartin í dag høvdu Føroyanevndin hjá fólkatinginum fund við løgmann, Kaj Leo Johannesen.

 

Á fundinum varð samstarvið millum Føroyar og Danmark umrøtt. Løgmaður førdi fram, at um samstarvið innan ríkisfelagsskapin skal styrkjast, er neyðugt, at allir partar hava ein virknan lut í samstarvinum.

 

Løgmaður kunnaði um búskaparstøðu landsins, ólavsøkupakkan og ætlaðu yvirtøkurnar av málsøkjum, sum samgongan hevur sett sær fyri. Upphavsrættur og fíggjarrættur eru yvirtikin fyri stuttum, og nú er farið undir at fyrireika yvirtøkuna av revsirætti, sakførarastarvssemi og sjórætti.

 

Løgmaður greiddi frá, hvønn leiklut Føroyar ætla at hava í komandi altjóða veðurlagssáttmálanum. Føroyar vilja taka ábyrgd og gerast partur av sáttmálanum.

 

Harafturat greiddi løgmaður frá flogvallar viðurskiftunum í Føroyum og tørvinum á einum flogvølli, ið er longri enn 2200 metrar, umframt mótmælið, ið landsstýrið hevur sent donsku stjórnini um ætlanina at hækka avgjøldini fyri føroysk flogfør. Málið er í løtuni til hoyringar hjá Statens luftfartsvæsen.

 

Partarnir umrøddu eisini møguleikarnir at menna føroyska ferðavinnu, list og klædna- sniðskapan.

 

Føroyanevndin er á kunningarferð í Føroyum 1. til 4 september.

 

Við á ferðini eru Britta Schall Holberg (Venstre), Flemming Damgaard Larsen (Venstre), Per Ørum Jørgensen (Konservativt Folkeparti), Mogens Jensen (Socialdemokratiet), Poul Andersen (Socialdemokratiet), Lene Hansen (Socialdemokratiet), Niels Sindal (Socialdemokratiet), Henrik Brodersen (Dansk Folkeparti), Kristen Touborg (SF) og Anne Baastrup (SF). Harumframt føroysku fólkatingslimirnir Høgni Hoydal (Tjóðveldi) og Edmund Joensen (Sambandsflokkurin), ið er formaður í Føroyanevndini.