01.02.2012 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran

Løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran

Hósdagin 2. februar fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen á fund í Hoyvíksráðnum saman við íslendska uttanríkisráðharranum, Össur Skarphéðinsson. Fundurin er í Reykjavík.
 

Hoyvíksráðið er formliga politiska samstarvsforumið undir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland , og leggur upp til regluligar fundir millum avvarðandi ráðharrar á uttanríkis- og handilspolitiska økinum. Slíkir fundir verða hildnir annaðhvørt í Føroyum og í Íslandi. Fundurin í Reykjavík í hesari vikuni er fyrsti fundur hjá løgmanni í Hoyvíksráðnum saman við íslendska starvsbróðri sínum.
 

Hoyvíkssáttmálin, ið varð undirritaður í 2005, er við tíðini vorðin ein týdningarmikil karmur um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Sáttmálin hevur í síni heild stóran týdning og stórar møguleikar fyri føroyska samfelagið. Hoyvíkssáttmálin er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Nýggj samstarvsøki kunnu leggjast aftrat um partarnir ynskja tað. Í mun til hinar handilssáttmálarnir Føroyar hava, fevnir Hoyvíkssáttmálin, um onnur øki enn bert handil við vørum, og tí hevur Hoyvíkssáttmálin havt við sær øktan útflutning á øðrum økjum enn siðbundna fiskivinnuøkinum. Hetta sæst millum annað aftur á tænastuøkinum, har eitt nú byggivinnan, banka- og tryggingartænastur gerast meira sjónligar.
 

Á skránni fyri Hoyvíksráðsfundin eru eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski føroyinga um í størri mun at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands.
 

Ísland setir føroyskum skipum treytir um, hvussu tey kunnu gagnnýta ella selja ta lodnu, tey fiska í íslendskum sjógvi. Avmarkingin er, at føroysk skip kunnu virka 2/3 av lodnuni til matna, tó so, at eftir 15. februar kann í mesta lagi 1/3 virkast til matna. Í januar 2009 varð hetta broytt soleiðis, at um kvotan verður undir 500.000 tons, kunnu 3/4 av kvotuni virkast til matna. Avmarkingin um 1/3 eftir 15. februar stendur tó við enn. Føroyska sjónarmiðið er, at Ísland ikki kann seta slíkar avmarkingar, tær eru í stríð við altjóða reglur um handil og harafturat ímóti ætlanunum við Hoyvíkssáttmálanum um at finna útvegir fyri at beina burtur forðingar innan fiskavirking og handli við fiskavørum landanna millum.
 

Útflutningurin av føroyskum landbúnaðarvørum til Ísland hevur verið merktur av, at Ísland hevur egna lóggávu á økinum, sum í nógvum førum er strangari enn krøvini, ið eru galdandi í Føroyum. Talan er serliga um kjøt við føroyskum uppruna. Hóast Hoyvíkssáttmálin hevur við sær fríhandil á nærum øllum økjum, eru ávísir trupulleikar á heilsufrøðiliga økinum, ið tarna handilssamskiftinum.
 

Løgmaður fer at taka hesi viðurskifti upp við starvsbróður sín í Íslandi og virka fyri, at partarnir koma ásamt um, hvussu hetta kann loysast, soleiðis at handilssamskifti kann fara fram ótarnað í framtíðini.
 

Umframt at viðgera ítøkilig handilsmál og áhaldandi menning av samhandlinum millum Føroyar og Ísland á ráðsfundinum, fara løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin eisini at umrøða onnur uttanríkispolitisk viðurskifti av felags áhuga, eitt nú viðurskifti við ES og samstarvi í Útnorðri og Arktis.
 

Meðan løgmaður er í Íslandi, fer hann eisini at nýta høvi at hitta forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin lat sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.

 

 

Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028