FUNDIR: Løgmaður skal komandi dagarnar hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran og grønlendska landsstýrisformannin.
Týsdagin verður fundur millum løgmann, danska forsætisráðharran Mette Frederiksen og grønlendska landsstýrisformannin Kim Kielsen í Keypmannahavn.
Á fundinum fara stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu tey skifta orð um arktis.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.