Løgmaður fer í morgin til Álands, har hann skal taka lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin í Mariehamn mikudagin.
Millum málini, sum eru á skrá, eru at nútíðargera Norðurlendska ráðharraráðið, marknaforðingar millum norðanlond og avbjóðingarnar við flóttafólkum og tilflytarum. Eisini verður nomið við norðurlendsku verkætlanirnar innan orku, veðurlag og javnstøðu.
Á fundinum verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Føroyum og Álandi, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Á ferðini fer løgmaður eisini á fund við Álendska stjórnarleiðaran Katrin Sjøgren. Á fundinum fer løgmaður eitt nú at greiða frá føroysku umsóknini um fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum, umframt at tey fara umrøða onnur mál av felags áhuga.
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.
Løgmaður kemur aftur til Føroya hósdagin.