16.05.2013 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á fundi við norðurlendsku stjórnarleiðararnar

Løgmaður á fundi við norðurlendsku stjórnarleiðararnar

Løgmaður hevur í dag verið á fundi í Stokkhólmi við sínar norðurlendsku starvsbrøður og –systrar. Fyrrapartin tók løgmaður lut í einari ráðstevnu um ungdómsarbeiðsloysi í Norðurlondum. Løgmaður vitjaði eisini framsýningar, har londini vístu fram, hvat tey gera fyri at bøta um stóra ungdómsarbeiðsloysið, sum valdar í flestu norðurlondum.
 

Aftaná høvdu stjórnarleiðararnir fund, har fleiri mál vóru á skránni, m.a. grønur vøkstur, átøk á heilsuøkinum og toppfundurin, sum verður hildin á Ársfundi Norðurlandaráðsins í oktober.
 

Seinnapartin hevði løgmaður fund við sínar starvsfelagar úr Grønlandi og Álandi, har tey umrøddu mál av felags áhuga. Aleqa Hammond (Grønland) og Camilla Gunell (Áland) vóru á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland í tí norðurlendska samstarvinum.

 

Myndatekstur: F.v. Gunnar Gunnarsson (íslendskur ambassadørur í Svøríki), Marit Nybakk, presidentur í Norðurlandaráðnum, Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlandaráðharraráðnum, Jens Stoltenberg, Helle Thorning-Schmidt, Frederik Reinfelt, Camilla Gunell, Aleqa Hammond og Kaj Leo Holm Johannesen.