
Mikudagin 19. mai fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen til Danmarkar. Løgmaður skal luttaka á árliga Norðurlendska Globaliseringforuminum, sum verður 20. mai á Hotel Comwell Borupgaard í Snekkersten í Norður Sælandi.
Tað eru norðurlensku forsætismálaráðharrarnir, sum skipa fyri Globaliseringsforuminum, og í ár er Danmark vertur. Endamálið við Norðurlendska Globaliseringsforuminum er at veita grundarlag fyri einum virknum kjakforumi um avbjóðingar og møguleikar við alheimsgerðini. Umframt norðurlendsku forsætisráðharrarnir og stjórnarleiðararnir í teimum sjálvstýrandi londunum, luttaka innbodnir politikarar, granskarar og vínnulívsfólk.
Globaliseringsforum 2010 tekur støði í, hvørt grønur vøkstur kann hjálpa Norðurlondum burturúr búskaparligu kreppuni. Grønur vøkstur merkir búskaparligur vøkstur, sum er burðardyggur ella beinleiðis gagnar umhvørvinum. Á skránni verða framløgur og kjak, har norðurlendsku stjórnarleiðararnir luttaka. Evnini, sum verða viðgjørd, eru:
· Norðurlond, sum lágorku samfeløg
· Norðurlond, sum grønar royndarstovur.
Løgmaður er aftur í Føroyum fríggjadagin 21 mai.
(Myndatekstur: Felagsmynd av norðurlendsku stjórnarleiðarunum á Globaliseringsforum 2009 í Íslandi)
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028.