Kaj Leo Johannesen, løgmaður tekur lut á Globaliseringsforum í Íslandi í hesum døgum saman við sínum norðurlendsku starvsfeløgum, granskarum, vinnulívsfólkum, politikarum, o.ø.
Endamálið er at veita grundarlag fyri einum virknum kjakforum um størstu avbjóðingarnar og møguleikar við alheimsgerðini. Tað eru norðurlensku forsætismálaráðharrarnir, sum stíla fyri hesum forum. Á hesum fundi verður fokus sett á altjóða fíggjarkreppuna, og ávirkan hennara á veðurlagspolitikkin og nýskapan.
Skipað verður fyri Globaliseringsforum eina ferð um árið. Í ár er tað Ísland, sum er vertur fyri foruminum og hesi evni eru til viðgerar:
• Smáir búskapir og viðbrekni
• Framsøkin veðurlagspolitikkur í eini krepputíð og
• Orka, umhvørvi og nýskapan
Sum upplegg til hesi evni eru m.a. fyrilestrar og kjak millum útvaldar serfrøðingar í altjóða búskapi, altjóðagering og umhvørvi. Tá ið evnini eru viðgjørd í arbeiðsbólkunum verður tikið samanum og úrslitini verða síðani nýtt sum hugskot til at evna til praktiskan politikk.
Løgmaður letur væl at globaliseringsforuminum og sigur: “at hetta er sera viðkomandi og áhugavert fyri okkum. Eisini er tað sera hugvekjandi, at forsætismálaráðharrar, politikkarar, serfrøðingar og áhugabólkar kjakast um hesi viðurskifti sæð út frá einum norðurlenskum sjónarhorni, samstundis sum hetta verður kjakast og viðgjørt saman við serfrøðingum, ið koma úr øðrum pørtum av heimunum, og sum hava hollan kunnleika á økinum.”
Mynd: Løgmaður saman við sínum norðurlensku starvsfeløgunum. Frá vinstru: Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Anders Fogh Rasmussen, Danmark, Frederik Reinfelt, Svøríki, Jóhanna Sigurðardóttir, Ísland, Jens Stoltenberg, Noreg, Matti Vanhanen, Finland og Viveka Erikson, Åland. Myndatakari: Gunnar Geir.