24.10.2008 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund

Løgmaður Kaj Leo Johannesen luttekur 27. og 28. oktober á Norðurlandaráðsfundi, ið verður í Helsinki.

 

Í ár er høvuðsevnið fyri toppfundin millum norðurlendsku stjórnar- og andstøðuleiðararnar alheimsgerðin, fíggjarkreppan og norðurlendska vælferðarmodellið. Toppfundurin verður týsdagin 28. oktober kl. 14-17.

 

Harumframt verður m.a. fundur millum norðurlendsku forsætismálaráðharrarnar og stjórnarleiðararnar í teimum sjálvstýrandi londunum. Fundurin verður týsmorgunin og í hesum sambandi verður tíðindafundur - týsdagin 28. oktober kl. 10.

 

Upplýstu tíðirnar eru lokal finsk tíð, tveir tímar frammanfyri føroyska tíð.

 

Løgmaður verður aftur í Føroyum mikudagin 29. oktober.


 

Meir fæst at vita við at venda sær til Petur Petersen, ráðgeva á tlf:  +298 551045