Løgmaður tekur í morgin lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin á Marienborg, norðanfyri Keypmannahavn.
Millum málini, sum eru á skrá, eru marknaforðingar millum norðanlond, samstarvið um Arktis og umhvørvismál.
-Samgongan hevur sett sær sum mál at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Landsstýrið hevur, í samsvari við einmælta løgtingssamtykt, framvegis sum mál at gerast sjálvstøðugur limur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á fundinum í morgin verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Grønlandi og Føroyum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Stutt um norðurlendsku forsætisráðharrafundirnar
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska Ráðharraráðið. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.
Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi, tlf.551040