02.09.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á North Atlantic Island Meeting í Orknoyggjum

Løgmaður á North Atlantic Island Meeting í Orknoyggjum

Hósmorgunin 3. september fer løgmaður, Kaj Leo Johannesen, á vitjan í Orknoyggjunum.

 

Á ferðini skal løgmaður luttaka á North Atlantic Island Meeting, ið er fundur millum politisku leiðararnar í Orknoyggjunum, Hetland, Hebridunum og Føroyum. Slíkir fundir hava verið fyrr í Føroyum, Hetlandi og Hebridunum. Vertur fyri fundin er Stephen Hagan, convener í Orknoyggjunum. Starvsbrøður hansara úr Hetlandi og Hebridunum, Sandy Cluness og Alex A. MacDonald, luttaka á fundinum.

 

Á skránni fyri fundin er: Varandi orkukeldur. Royndir viðvíkjandi ES samstarvinum. Gongdin í alheims búskapinum. Undirstøðukervi, flog- og skipaferðsla.

 

Á ferðini verður eisini m.a. vitjað á vindmylluparkini Burgar Hill wind farm, havorku granskingarstovnunum European Marine Energy Centre og Aquatera.

 

Løgmaður Kaj Leo Johannesen sigur:”Fyri eitt oyggjaland, sum Føroyar, hevur samstarv við onnur oyggjasamfeløg stóran týdning. Oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavinum hava í mongum førum somu avbjóðingar eitt nú innan menning av nýggjum vinnum, orkuveiting og fráflyting. Tí er umráðandi at vit gagnnýta tey góðu sambondini og deila royndir og vitan.

 

Løgmaður verður aftur í Føroyum sunnudagin 6. september.

 


Meir fæst at vita við at venda sær til Petur Petersen, ráðgeva, á tlf. 551045 ella Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 351028.