13.05.2013 · Løgmansskrivstovan
Løgmaður á ráðharrafund í Arktiska Ráðnum og á norðurlendska arbeiðsmarknaðarráðstevnu
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen luttekur á ráðharrafundi í Kiruna 14. og 15. mai saman við uttanríkisráðharrunum í limalondunum í Arktiska Ráðnum. Á skránni fyri fundin er m.a. undiritan av arktiskari samstarvsavtalu um oljutilbúgving.
Tann 16. mai luttekur løgmaður á arbeiðsmarknaðarráðstevnu í Stokkhólmi saman við norðurlendsku forsætisráðharrunum. Evni fyri ráðstevnuna er ungdómsarbeiðsloysi.
Løgmaður verður aftur í Føroyum 17. mai.
(Myndatekstur: Ráðharrafundur í Arktiska Ráðnum í Nuuk í 2011.)
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028