Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fer mánadagin 24. september til New York, har hann skal luttaka á árliga aðalfundinum hjá Sameindu Tjóðum.
Í sambandi við ST-aðalfundin skal løgmaður eisini á fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara at umrøða handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland.
Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028