Løgmaður hevur í dag tikið lut á á summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum á Akureyri í Íslandi.
Stjórnarleiðararnir umrøddu millum annað arktis, grannapolitikk, samstarv á heilsuøkinum og spurningin um at dagføra og nútímansgera norðurlendska samstarvið.
- Tey sjálvstýrandi londini, Føroyar, Grønland og Áland, royna áhaldandi at streingja á fyri at vinna sær fasta luttøku í ráðharrafundum. Aftur í dag gjørdi eg vart við, at tey sjálvstýrandi økini eiga í nógv størri mun at taka lut á ráðharrafundunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld