Í morgin og mikudagin luttekur løgmaður á toppfundi hjá Evropeiska ráðnum, sum verður hildin í Íslandi. Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina. Saman við stjórnarleiðararum úr øllum Evropa fer løgmaður at taka lut í ymiskum orðaskiftum í Reykjavík.
Skifta orð við stjórnarleiðarar
Miðvísur føroyskur trygdar- og verjupolitikkur
Løgmaður heldur, at tørvurin á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki er stórur. Hann væntar eisini, at júst trygdar- og verjumál fara at standa ovarlaga í politiska orðaskiftinum í Føroyum frameftir.
"Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina var trygdarpolitikkur aftur eitt evni, sum setti sín dám á politiska orðaskiftið í Føroyum, og hetta hevur bara tikið dik á seg seinasta árið. Eg vænti, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini", vísir løgmaður á.
Bara fjórðu ferð
Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. Á fundinum í Reykjavík verða í alt 900 útlendsk umboð fyri tær ymisku stjórnirnar og millum 300 til 500 miðlafólk.
Evropeiska ráðið bleiv stovnað stutt eftir seinna veraldarbardaga. Kjarnuvirðini eru mannarættindi, fólkaræði og ein heimsskipan, ið er grundað á altjóða lóg. Tað eru í løtuni 46 limalond og fimm eygleiðaralond í Evropeiska ráðnum. Øll londini í Evropa eru limir, fyriuttan Hvítarussland, Russland og Kosovo.