Í dag, mánadagin 15. apríl fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen á vinnuferð til Grønlands.
Týsdagin 16. apríl setur løgmaður eitt vinnu seminar í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk fyri grønlendsk og føroysk vinnulívsfólk. Vinnuhúsið og Grønlendska arbeiðsgevarafelagið skipa fyri seminarinum.
Hósdagin 18. apríl skal løgmaður á fund við vinnumálaráðharran, Jens-Erik Kirkegaard og Miiti Lynge, ráðharri fyri bústaðir, náttúru og umhvørvið, og varaforkvinna í Naalakkersuisut. Á ferðini vitjar løgmaður eisini grønlendskar fyritøkur.
Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjadagin 19. apríl.