Í sambandi við, at løgmaður var á oyggjaleikunum á Álandi í seinastu viku, hevði starvssystir hansara Viveka Eriksson bjóðað honum til fundar. Løgmaður fekk eisini høvi at síggja nýggja mentanar- og ráðstevnuhúsið Alandica, umframt at vitja serlig mentanarstøð.
Á fundinum, sum løgmaður hevði við Viveku Eriksson, tóku eisini fleiri álendskir landsstýrislimir lut. Áland kunnaði m.a. um álendsku stýrisskipanina og teirra sjálvstýri, eins og Áland greiddi frá royndum teirra við ES-limaskapinum, serliga teimum álendsku fyrivarnunum, og týdninginum av álendsku skipagongdini og ferðavinnuni. Partarnir umrøddu eisini arbeiðið á klima- og umhvørvisøkinum, norðurlendska samstarvið og tað at skipa fyri Oyggjaleikum.
Álendingarnir vóru ógvuliga áhugaðir í føroyskum viðurskiftum, serliga var tað okkara skatta- og ríkisviðurskiftir og FAS (Føroya Altjóða Skipaskráseting), sum høvdu teirra áhuga.
Seinni var tíðindafundur. Álendsku fjølmiðlarnir vóru áhugaðir í fundinum millum báðar stjórnarleiðararnar. Løgmaður og lantrådet vóru samd um, at hóast Føroyar og Áland eru ymisk, so eru nógv øki, har partarnir kunnu læra og fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Eisini høvdu álendsku fjølmiðlarnir serligan áhuga í at hoyra nærri um føroysku undirsjóvartunnlarnar, tí Áland skal taka støðu til teirra fyrsta undirsjóvartunnil.
Seinni um kvøldið hevði Viveka Eriksson bjóðað løgmanni til flogbóltsfinaluna hjá monnum, har Åland leikaði móti Saaremaa.
Mynd: Løgmaður og Viveka Eriksson (til vinstru fyri løgmann) saman við hinum álendsku landsstýrisumboðunum.