Leygardagin 3. juni fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, til Grønlands á almenna vitjan. Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er vertur.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, gleðir seg til vitjanina og møguleikan hjá báðum stjórnarleiðarunum at hittast og eitt nú umrøða samstarvið millum Føroyar og Grønland umframt støðuna í Arktis.
Leygarkvøldið kl. 17 verður skipað fyri móttøku í Hans Egedes Hus saman við føroyingafelagnum í Nuuk, og allir føroyingar eru vælkomnir til hesa móttøku.
Samstarvsráðið hittist
Í komandi viku verður árligur fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har Grønland í ár hevur formansskapin. Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum, og endamálið við ráðnum er at styrkja um samstarv og samskipan í mun til áhugan hjá stórveldum fyri norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum sambandi koma landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum til Grønlands.
Ríkisfundur millum stjórnarleiðara
Sum partur av vitjanini, verður Ríkisfundur millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum. Fyrsti Ríkisfundur millum londini varð hildin í 1983. Fundurin í ár er sostatt nummar 40 í røðini.
Føroyska ferðalagið fer avstað aftur úr Grønlandi hósmorgunin 8. juni.