Løgmaður hevur framvegis álit á Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Frágreiðingin, ið varð løgd fram á tíðindafundinum fríggjadagin, broytir ikki støðuna.
- Jørgen Niclasen og eg hava havt eitt gott samstarv øll árini, bæði í løgtinginum og í landsstýrinum. Sum løgmaður hyggi eg fyrst og fremst eftir viðurskiftunum, sum tey eru í dag og tíðina, vit hava samstarvað. Upplýsingarnir og umrøðan seinastu vikurnar í 20-25 ára gamla tollmálinum broyta ikki mína støðu. Eg havi álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Málið snýr seg hvørki um rættligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini.
- Hetta málið er ein spurningur um hansara persónligu bakgrund at taka við einum starvi sum landsstýrismaður. Veruleikin er, at Jørgen Niclasen hevur verið valdur í Landsstýrið tríggjar ferðir, og valdur av føroya fólki í Løgtingið seks ferðir síðan tollmálið. Við hesum huga, vildi tað verið eitt sindur margháttligt, um júst hetta 20-25 ára gamla tollmálið nú skuldi havt við sær, at Jørgen Niclasen misti sín landsstýrisess, vísir løgmaður á.