Hans Enoksen, landsstýrisformaður hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Johannesen og frú Jórun Johannesen á almenna vitjan í Grønlandi í døgunum 17. til 22. juni 2009.
Á ferðini verða løgmanshjúnini gestir hjá grønlendska landsstýrinum í Ilulissat 17. juni til 19. juni. Í Ilulissat fara landsstýrisformaðurin og løgmaður m.a. at viðgera politisk mál og samstarvsmøguleikar.
Síðani verður farið til Nuuk, har løgmaður luttekur í hátíðarhaldinum 21. juni, tá ið grønlendska Sjálvstýrislógin kemur í gildið.
Tann 22. juni verður árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi.