14.01.2013 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður fær álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna

Løgmaður fær álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna

Í heyst setti løgmaður nevnd at gera álit við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna. Í nevndini vóru Maria á Dul, deildarstjóri innan starvsfólkaviðurskifti, Jóhan J. Lamhague, advokatur og Mirjam Haraldsen, statsaut. revisor.
 

Álitið verður handað løgmanni týsmorgunin 15. januar kl. 9 í Eysturstovuni á Løgmansskrivstovuni. Í samband við handanina fer nevndin at hava framløgu um tilmælið í álitinum, og høvi verður at seta spurningar.