Í morgin hin 21. februar kl. 15 fer løgmaður at loysa Jóannnes Eidesgaard úr embæti sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Í hansara stað kemur Aksel V. Johannesen, sum í løtuni er landsstýrismaður í heilsumálum. Løgmaður fer at tilnevna John Johannessen sum nýggjan landssýrismann í heilsumálum.
John Johannessen er 33 ár, og ættaður úr Lopra. Hann er fyrrverandi tíðindamaður, og hevur sitið á Løgtingið síðani 2004. Hann er giftur Ragnhild Estrid Olsen og tey hava trý børn.
Fjølmiðlarnir eru vælkomnir at vera til staðar til hátíðarløtuna, ið verður á Løgmansskrivstovuni.