Løgmaður fordømir eirindaleysa og ómenniskjaliga yvirgangin, sum IS fremur í miðeystri.
Tað gjørdi løgmaður greitt seinnapartin, tá ið hann svaraði fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingslimi hjá Fólkaflokkinum.
Løgmaður svaraði millum annað, at:
-Tað skal tó ongin ivi vera um, at eg persónliga havi stóra andstygd móti teimum ræðuleikum í miðeystri og aðrastaðni, ið vit dagliga verða kunnaði um í miðlunum. Eitt og hvørt siðment menniskja vendir sær sjálvsagt í andstygd frá einum felagsskapi, ið fremur slíkan eirindaleysan og ómenniskjaligan yvirgang, sum vit eru vitni til við sonevnda IS, Islamiska Ríkið, í Sýria og Irak. Vit hámeta fólkaræðið og mannarættindini, og vit vita, at tey krevja at verða vard, tá ið tey verða hótt, vísti løgmaður
Samlaða svarið hjá løgmanni kann lesast her