Løgmaður hevur framvegis álit á landsstýrismanninum í vinnumálum. Løgmaður heldur ikki, at málið um peninganýtsluna hjá Strandferðsluni í 2013 skal hava avleiðingar fyri landsstýrissessin hjá Johan Dahl.
- Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur latið mær eina frágreiðing um málið. Játtanir hjá landinum skulu haldast. Málið kundi helst verið handfarið betur, men eftir mínum tykki kann landsstýrismaðurin ikki lastast í tann mun, at hann eigur at verða koyrdur frá. Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin hevði stórvegis møguleikar at handla nógv øðrvísi, sum støðan var Strandferðsluni í fjør, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Løgmaður hevur biðið landsstýrismannin um bera so í bandi, at slík meirnýtsla ikki kemur fyri aftur.
Strandfaraskip Landsins er nú partur av Búskaparskipan Landsins, og hetta skal tryggja eitt neyvari eftirlit við fíggjarstýringini. Stovnurin hevur fingið álagt at gera uppskot til nýggja roknskaparreglugerð og eina neyvt útgreinaða fíggjarætlan. Vinnumálaráðið hevur somuleiðis endurskoðað mannagongdirnar í sambandi við játtaneftirlit.