Løgmaður fegnast um, at eitt samt Løgting hevur tikið undir við at eftirmeta almenna bygnaðin.
Títt og ofta hava politikarar sett fram ynski um at eftirmeta bygnaðin í landsfyrisitingini, so hon gerst betur før fyri at røkja sínar skyldur í einum støðugt meira krevjandi umhvørvi, har meira má fáast fyri minni. Tí tekur løgmaður undir við lógaruppskotinum um at eftirmeta almenna bygnaðin.
Løgmansskrivstovan umhugsar nú, hvussu ein slík kanning kann verða løgd til rættis. Tí fyritreytin fyri at fáa eina brúkiliga og haldgóða kanning er, at hon verður væl fyrireikað, og at hon verður framd av væl skikkaðum, uttanveltaðum fólki.
Ein møguleiki er at biðja serfrøðingar í OECD gera kanningina. Fyrimunirnir við hesum eru, at OECD hevur førleika, drúgvar royndir at kanna landsfyrisitingar, stórt netverk og databasa við hópum av viðkomandi upplýsingum í mun til kanningina, sum skal fremjast, umframt at OECD kann síggja okkara skipan úr heilt øðrum sjónarhornum. OECD hevur eisini gott grundarlag fyri, at samanbera okkara landsfyrisiting við aðrar fyrisitingar í øðrum londum. Verður hesin leistur valdur, er tað sera týdningarmikið, at viðkomandi vitan um fyrisitingina verður útvegað og skipað, so kanningin hevur eitt haldgott grundarlag.
Niðanfyri eru nøkur av økjunum, ið við fyrimuni kundu verið eftirmett og fingið tilmæli um:
- bygnaðurin
- effektivitetur/úrtøka
- lógarsmíð og rættartrygd
- opinleiki/gjøgnumskygni
- fíggjarlógarfyrireiking
- leiðsluførleikar hjá aðalstjórum, deildarstjórum og verkætlanarleiðarum
- ráðgevaraleikluturin í mun til løgmann og landsstýrisfólk
- tillagingarførleiki
- samskipan, samstarv og samskifti
- umsitingaramboð (t.d. journalskipanir, KT, fíggjarumsiting)
- førleikamenning
Umráðandi er, at arbeiðssetningurin er sera greiður og hevur breiða politiska undirtøku, áðrenn farið verður undir kanningina. Løgmaður fer tí at seta seg í samband við allar politiskar flokkar fyri at umrøða, hvussu arbeiðast kann víðari á tvørpolitiskum stigi.