Í heyst tók løgmaður, Kaj Leo Johannesen stig til at kanna í hvønn munn almenna fyrisitingin fylgir upp á átalur frá Løgtingsins Umboðsmanni. Løgmansskrivstovan hevur kannað hvørji stig fyrisitingin hevur tikið í málum síðani 2005, har Løgtingsins Umboðsmaðurin hevur givið átalu, ið eru lýstar at vera álvarsligar. Síðani 2005 hevur Umboðsmaðurin í 14 førum givið álvarsligar átalur, og í 12 av málunum hava stjórnarráðini tikið stig í samband við átalurnar.
Í 2008 viðgjørdi Løgtingsins Umboðsmaður 78 klagur. Í 14 av málunum vóru átalur givnar og í 2 førum vóru tað álvarsligar átalur.
Løgmaður hevði mánadagin 21. september fund við Løgtingsins Rættarnevnd, har hann kunnaði um kanningina.
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen sigur: ”Løgtingsins Umboðsmaður hevur eftirlit við almennu fyrisitingini fyri at tryggja, at hon røkir sínar skyldur, og at órættur ikki verður framdur mótivegis borgaranum. Kanningin vísir, at í flestu førum verða neyðug stig tikin, tá ið álvarsligar átalur koma. Hetta vísir, at átalurnar verða tiknar til eftirtektar. Málið hjá landsstýrinum er, at vavið av átalum frá Umboðsmanninum skal minkað og vit kunnu somuleiðis staðfesta, at átalurnar frá Løgtingsins Umboðsmaðurin eru minkaðar ár fyri ár.”