Hósdagin boðaði landsstýrið frá ætlanini at herða tiltøkini móti Russlandi og steingja havnirnar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.
Síðani hevur orðaskifti tikið seg upp um tølini, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum á Viðareiði. Løgmaður ásannar, at hann ikki var nóg neyvur undir tíðindafundinum.
Løgmaður slær samstundis fast, at skeivu tølini, ið vórðu borin fram hósdagin, ikki broyta ta grundleggjandi fortreytina, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskum virksemi í Norðuratlantshavi. Tøl hjá Vørn og Fiskimálaráðnum vísa, at bæði í 2021 og 2022 vórðu sløk 84 prosent av samlaðu veiðini av makreli, svartkjafti, sild og kongafiski hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi um- og uppskipað um føroyskan kaikant. Tølini fyri 2023 eru av góðum grundum ikki klár enn, men samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi í 2023 eru áleið 430.000 tons.
Í orðaskiftinum seinastu dagarnar hevur ivi verið sáddur um frágreiðingina, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum. Frágreiðingin byggir á tøl frá Vørn, og Uttanlandsnevndin hevur tískil ikki fingið skeiv tøl landsstýrinum.