Løgmaður sigur í hesum sambandi:
“Tað er við stórari sorg, at eg fekk boðini um, at so nógv fólk hava latið lív í flogvanlukkuni. Millum tey sum lótu lív var pólski presidenturin, Lech Kaczynski, saman við fleiri framstandandi politikarum og embætisfólkum. Eg havi djúpastu samkenslu við teimum avvarðandi og pólska fólkinum. Hetta er ein stórur sorgardagur í Póllandi.”
Løgmaður sendir pólska forsætismálaráðharranum og pólska fólkinum samhugaskriv.