MÓTTØKA: Føroysku innirógvararnir, ið fingu frálík úrslit í París seinasta vikuskiftið, vóru á gátt í Tinganesi í gjár. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, nýtti høvið at siga nøkur orð um flottu avrikini.
Løgmaður vísti í røðu síni á, at sannførandi ítróttaavikini uttanlands hava týdning fyri okkum sum tjóð, tí okkara samanhald, samleiki og umdømi úti í heimi styrknar enn meira, tá ið okkaraítróttarfólk klára seg væl í altjóða kappingum. Haraftrat hugleiddi løgmaður um leiklutin hjá inniróðri í Føroyum.
Hann helt fyri, at inniróður var eitt frálíkt ískoyti til siðbundna kappróðurin.
“Føroyskur kappróður er í menning. Ítróttargreinin hevur seinastu árini flutt seg. Fleiri nýggj stig eru tikin. Við kappingum í bæði inniróðri og ódnartøkunum hevur verið brotið upp úr nýggjum. Og úrslitini tala fyri seg,” segði løgmaður í røðu síni.
Hóast inniróður er ein nýggj ítróttargrein í Føroyum, so hava føroyingar kappast um FM síðan 2002, tá fyrsta kappingin varð hildin í Klaksvík. Menningin hevur verið sjónlig síðan tá, og nógv av góðu úrslitunum úti í heimi tykjast spretta úr gomlu kappróðrarmentanini kring landið.
Løgmaður endaði sína røðu við at bera eina heilsu til Róðrarsambandið og feløgini kring landið, sum eru grundarlagið undir hesum arbeiði.
"Róðrarsambandið og feløgini kring landið gera eitt rimmar arbeiðið. Eitt ótroyttiligt arbeiði alt árið. Hvønn einasta dag. Eg fari her at enda at ynskja tykkum hepna hond við rógvingini komandi árini, og enn einaferð hjartaliga til lukku við frálíku úrslitunum í París."