Í góðveðrinum í morgun var U21 fótbóltslandsliðið hjá Ukraina og spákaði sær ein túr úti á Tinganesi. Løgmaður nýtti høvi til at fara út í tún og heilsa uppá ukrainsku fótbóltsleikarnar.
Løgmaður vísti á, at føroya fólk hevur samkenslu og stendur saman við ukrainska fólkinum í krígnum móti Russlandi. Somuleiðis ynskti løgmaður ukrainsku leikarunum bestu eydnu til dystin í kvøld.
Føroyar og Ukraina leika U21 landsdyst á Tórsvølli í kvøld kl. 18.00