06.09.2022 · Løgmansskrivstovan
Løgmaður heitt á donsku stjórnina um at seta í verk skipan við logging
Bárður á Steig Nielsen løgmaður hevur heitt á danska løgmálaráðið um at seta í verk eina skipan við logging í Føroyum, soleiðis at telefyritøkur m.a. kunnu logga nýtslu av IP-adressum.
Hetta sigur løgmaður í einum svari uppá ein §52a fyrispurning frá Johan Dahl løgtingsmanni. Svarið kann lesast her.
Heimildin at áleggja telefyritøkum í Føroyum at logga upplýsingar um teleferðslu finst longu í § 818 stk. 5 í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar, sum kom í gildi 1. januar 2021.
Men tað hevur drigið út at fáa logningsskipanina setta í verk í Føroyum, tí danska løgmálaráðið í fleiri ár hevur arbeitt við at endurskoða sínar logningsreglur í rættargangslógini, soleiðis at tær samsvara við ES rættin.