23.04.2012 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hevur boðið NATO aðalskrivaran til Føroyar

Løgmaður hevur boðið NATO aðalskrivaran til Føroyar
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur í dag havt fund við Anders Fogh Rasmussen, NATO aðalskrivara.
 
NATO aðalskrivarin kunnaði løgmann um áleikandi mál í NATO samstarvinum, m.a. um Afganistan, Libya og Kosovo. 
 
Støðan í Afganistan, har NATO leikluturin fer frá krígsstøðu til í størri mun at stuðla afgansku myndugleikunum at skapa tryggar karmar fyri borgararnar í landinum, fekk størstu umrøðuna. Hóast álop frá Taleban framhaldandi koma fyri, metti NATO aðalskrivarin, at afgansku trygdarstyrkirnar mennast og gerast betri førar fyri at tryggja lóg og ordan. Á komandi NATO toppfundinum í Chicago tann 20. og 21. mai fer NATO m.a. at viðgera, hvussu NATO londini í felag kunnu fíggja arbeiðið hjá afgansku trygdarstyrkjunum.
 
Løgmaður nevndi, at trygdin hjá okkara sjófólki í altjóða sigling hevur stóran týdning og at føroyskir myndugleikar virðismeta arbeiðið, sum NATO ger fyri at tryggja skipaferðsluna í Aden víkini og í indiska havinum. NATO aðalskrivarin upplýsti, at NATO hevur gjørt av at halda fram við Ocean Shield átakinum, m.a. tí at úrslitini eru góð. Fleiri royndir verða gjørdar at ræna skip, men færri royndir eydnast.
 
Løgmaður nýtti høvi at skifta orð við NATO aðalskrivaran um trygdarviðurskifti um okkara leiðir, tí samgongan hevur sett sær fyri, at okkara geopolitiska/strategiska støða í NATO skal greinast. Í hesum sambandi nýtti løgmaður eisini høvi at bjóða NATO aðalskrivaranum til Føroya at halda fyrilestur um leiklutin hjá NATO í Norðurhøvum. Anders Fogh Rasmussen er sinnaður at taka av, men nær vitjanin kann fáast í lag, er ikki greitt enn.