19.01.2011 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr embæti

Løgmaður hevur í dag sambært § 29 stk. 1 í Stýrisskipan Føroya loyst Jørgen Niclasen úr embætinum sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

Løgmaður hevur, eftir tilmæli Fólkafloksins, tilnevnt Jacob Vestergaard til, umframt at vera landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eisini at vera landsstýrismann í uttanríkismálum. Jacob Vestergaard verður samstundis tilnevndur varaløgmaður.

Í Tinganesi, 19. januar 2011


Løgmansskrivstovan