Løgmaður hevur í dag gjørt semju við Herluf Sigvaldsson um, at hann flytir úr starvi sum aðalstjóri í Uttanríkisráðnum í annað starv sum serligur ráðgevi hjá Føroya Landsstýri, við fyribils staðseting í Fiskimálaráðnum. Starvsøkið fevnir m.a. um millumtjóða samráðingar um fríhandil og fiskirættindi, umframt onnur uttanríkisviðurskifti, eitt nú framtíðar viðurskiftini við ES.
Samstundis hevur løgmaður gjørt av, at løgmansstjórin stjórnar Uttanríkisráðnum í eini skiftistíð, meðan tilgongdin at lækka talið av stjórnarráðum fer fram.
Harafturat hevur løgmaður gjørt av at flyta málsøkini ferðavinnu og tónleikavinnu frá uttanríkismálum til vinnumál frá 1. oktober 2011 at rokna.
Við hesum stigi roknar løgmaður við, at ferðavinnan aftur fær góðar karmar at virka undir og myndugleikin í størri mun kann verða við til, at leggja lunnar undir eina enn betri og størri ferðavinnu, sum kemur at kasta munandi meira av sær til samfelagið.
Løgmansskrivstovan