Løgmaður Kaj Leo Johannesen, hevur í dag sent landslæknanum soljóðandi skriv, viðvíkjandi tilmælið um grind:
"Eg takki fyri skriv landslæknaembætisins 13. november 2008, har mælt verður frá at nýta grindahval sum fólkamat.
Skrivið er sent Vinnumálaráðnum til víðari viðgerðar, sum í samstarvi við Heilsufrøðiligu starvsstovuna er rættur myndugleiki at meta um málið og taka støðu til, um nøkur stig skulu takast í hesum sambandi."