Í sambandi við yvirgangsatsóknina í Christchurch í Nýsælandi fríggjadagin 15. mars, hevur løgmaður sent nýsælendska forsætisráðharranum Jacindu Ardern samhugaskriv.
Í skrivinum sigur løgmaður, at hann vegna landsstýrið og Føroya fólk sendir forsætisráðharranum og nýsælendska fólkinum sína inniligastu samkenslu. Ósek fólk hava latið lív í eini óhugsandi óndari atsókn, og Føroyar fordøma hetta álopið, sum eisini er eitt álop á grundleggjandi virðir okkara sum frælsi, opinleiki og fólkaræði.
Løgmaður sigur síðst í skrivinum, at: “Tankar og bønir okkara eru við ofrunum, familjum teirra og teirra kæru og teimum, sum eru ávirkað av hesum sorgarleiki”.