23.03.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hevur svarað Fólkaflokkinum

Løgmaður hevur svarað Fólkaflokkinum

Løgmaður hevur í dag handað Jørgeni Niclasen soljóðandi skriv:

Hjálagt er eisini Upprit viðvíkjandi broytingunum í nevndini og viðtøkunum fyri Atlantsflog:

"Harra Jørgen Niclasen
Formaður Fólkafloksins

Víst verður til skriv fólkafloksins dagsett 20. mars 2009 um ymisk viðurskifti í sambandi við ætlan og útsagnir hjá landsstýrismanninum í vinnumálum viðvíkjandi Atlansflog.
 

 

Eg skilji væl, at politiskir flokkar hava sterkar meiningar um mál, ið hava at gera við Atlansflog, tí felagið hevur avgerandi týdning fyri sambandi millum Føroyar og umheimim, umframt at landsstýrið er farið undir einskiljingartilgongd, ið enn ikki er komin á mál sambært upprunaligu ætlan landsstýrisins at selja tveir triðingar av felagnum.
 

Viðvíkjandi einskiljing av Atlansflogi fer landsstýrið at halda seg til samgonguskjalið, ið m.a. sigur, at einskiljingarnar halda fram, tá tær eru til fyrimuns fyri samfelagið og vinnubygnaðin.
 

Eg leggi dent á, at eins og Fólkaflokkurin er landsstýrismaðurin í vinnumálum sera áhugaður í at skapa best møguligar fortreytir og umhvørvi fyri útlendskar íløgur í Føroyum. Tí fer hann at taka sjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum og samgonguni við, tá hann leggur arbeiði sítt til rættis.
 

Eg viðgangi, at einstakar útsagnir hjá landsstýrismanninum í vinnumálum kunnu hava skapt ótryggleika og ógreiddleika viðvíkjandi felagnum. Tað havi eg tikið upp við landsstýrismannin, ið er samdur í, at hann í framtíðini verður at leggja seg eftir ikki at skapa óneyðugt órógv, tá hann úttalar seg um felagið.
 

Hinvegin dugi eg ikki at síggja, at landsstýrismaðurin er farin burtur frá meginregluni um armslongd, har hann sum eigari ger seg inn á viðurskifti, ið nevnd og stjórn eiga at taka sær av. Tvørturímóti hevur landsstýrismaðurin brúkt sína aðalfundarheimild sambært partafelagslógini at hækka talið av aðalfundarvaldum nevndarlimum til tess at fáa betur javnvág í nevndini og fyri at styrkja førleika hennara at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Í hesum umboðar landsstýrismaðurin eigaraáhugamálini hjá landinum og skattaborgarunum, ið hann hevur skyldu at verja sambært lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Í hesi lóg stendur m.a., at “landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætla ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara”.

 

Tað er harafturat onki, sum bendir á, at nakað rættarligt grundarlag er fyri at halda, at privatu minnilutapartaeigararnir hava tilsøgn um umboðan í nevndini, og at ongar broytingar kunnu verða gjørdar í felagnum uttan undirtøku frá privatu partaeigarunum.
 

Ein tilsøgn um at halda meginregluna um armslongd kann eftir vanligari løgfrøðiligari tulking ikki skiljast sum tilsøgn um, at partaeigararnir hava krav um í minsta lagi ein nevndarlim. Eg dugi tí ikki at síggja, at talan er um nakað lyftisbrot. Víst verður annars til hjálagda skjal viðvíkjandi broytingum í nevndini og viðtøkunum fyri Atlansflog.
 

Hinvegin hevur landsstýrismaðurin tikið málið um at velja nevndarlimir upp við bólkar og onkran einstakan av størru privatu partaeigarunum m.a. fyri at vita, um møguleiki er fyri at velja nevndarlimir, sum umboða allar partaeigararnar. Hetta bæði fyri at fáa eina so skikkaða og professionella nevnd sum gjørligt og fyri at tryggja gott samljóð millum eigararnar. Harafturat ætlar landsstýrismaðurin sær at taka upp møguleikan at gera nærri reglur um samskifti við felagið og millum eigararnar.
 

Grundað á omanfyri nevnda havi eg framvegis fult álit á landsstýrismanninum í vinnumálum. Eg geri tí ikki meira við málið.
 

Eg vóni, at vit nú leggja hetta málið afturum okkum og halda fram í góða samstarvinum at loysa tey stórmál, ið samgongan hevur sett sær fyri.

 

Vinalig heilsan

 

 

Kaj Leo Johannesen"