02.03.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hevur tikið ímóti minnistalvu frá íslendingum

Løgmaður hevur tikið ímóti minnistalvu frá íslendingum

Tá løgmaður var á Globaliseringsforum í Íslandi, fekk hann handað ein minnislut og eina fløgu, sum føroyska sendistovan í Íslandi hevði fingið at lata Føroya fólki.


Herfyri var móttøka í Sendistovuni í Reykjavík fyri rokk-mannskórinum Fjallabræður. Kórið framførdi ein sang, ið teir høvdu yrkt til føroysku tjóðina sum takk fyri allan stuðul, føroyingar hava veitt íslendingum gjøgnum árini. Hugsað varð serliga um stuðulin, Føroyar veittu, tá ið eldgosið var í Vestmannaoyggjunum, skalvalopini í Súðavík og Flateyri og føroyska lánið til íslendsku tjóðina.

 

Á hesi móttøku varð ein minnistalva latin sendistovuni at lata Føroya fólki. Sendistovan helt, at hóskandi høvi at lata Føroya fólki minnistalvuna var, nú løgmaður var staddur í Íslandi. Á minnistalvuni er skrivaður hesin tekstur: “Við tøkk fyri vinalag og hjálpsemi í strævnum tíðum, hvørt tær eru av náttúru- ella mannaávum.” Á fløguni er sangurin “Minni Færeyinga”, Ásgeir Andri Guðmundsson hevur skrivað tekstin, lagið er eftir Halldór Gunnar Pálsson. Sangurin er tøkur at taka niður á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Teksturin verður bæði á íslendskum og føroyskum máli.

Mynd: Gunvør Balle, sendikvinna og løgmaður við minnisplátuni.