Í hesum døgum vitjar løgmaður í India í samband við stóru ráðstevnuna India Nordic Baltic Business Conclave. Harumframt hevur løgmaður eina røð av fundum.
Í dag hevur løgmaður havt fund við indiska uttanríkismálaráðharran Dr. S. Jaishankar. Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu, sum er millum tær fremstu í heiminum.
Í morgin skal løgmaður hitta indiska handilsráðharran Piyush Goyal. Tá verður umrøtt, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um handilssambondini. Harumframt fer løgmaður at hitta stjóran í indiska Vinnuhúsinum.
Løgmaður høvuðsrøðari á stórari ráðstevnu
Løgmaður er høvuðsrøðari á ráðstevnuni India Nordic Baltic Business Conclave og skal flyta fram røðu í samband við setanina mikudagin fyrrapart. Luttakarar á ráðstevnuni eru politikarar, fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.
Umboð frá føroysku vinnuni við á ferðini
Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið hava í felag lagt til rættis vinnuferðina. Umframt løgmann luttaka samanlagt 9 umboð úr føroysku vinnuni. Endamálið við vinnuferðini er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú fiskivinnu, alivinnu og KT.
Ferðalagið leggur leiðina heim aftur til Føroyar leygardagin.
Samanlagt 9 umboð úr føroysku vinnuni eru við á ferðini í India.