Fyrrapartin í dag vitjaði formansskapurin í fólkatinginum úti í Tinganesi har tey hittu løgmann, Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður greiddi frá búskaparligu støðuni í Føroyum og Ólavsøkupakkanum, umframt pensjónsnýskipanina, kommunalu umskipanina og Evropa politikkin hjá samgonguni.
Løgmaður greiddi eisini frá samferðsluviðskiftini í Føroyum, fyrst og fremst tørvin á einum flogvølli, ið líkur altjóða krøv. Ein nýggjur flogvøllur hevur altavgerandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum, og tá ið fíggjarligu viðurskiftini koma í fasta legu aftur, eigur landsstýrið at gera íløgur í ein nýggjan flogvøll.
Føroyar eru einasta land í ríkisfelagsskapinum, sum ikki hevur ein flogvøll longri enn 2200 metrar. Ein flogvøllur, sum líkur altjóða krøv er ein ovurstór íløga fyri eina smátjóð sum Føroyar. Løgmaður vísti á møguleikan fyri einum samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar um at byggja ein flogvøll.
Formanskapurin í fólkatinginum er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Við á ferðini eru formaðurin Thor Petersen, Venstre, Søren Espersen, Dansk Folkeparti og Holger K. Nielsen, SF.