18.04.2013 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hitti nýggja grønlendska landsstýrið

Løgmaður hitti nýggja grønlendska landsstýrið

Í hesum døgum er løgmaður í Grønlandi í sambandi við, at hann stendur á odda fyri føroyskari vinnuferð til Grønlands.


Undir vitjanini hevur løgmaður í dag, 18. apríl, havt fundir við næstforkvinnuna í grønlendska landsstýrinum, Miiti Lynge og vinnumálaráðharran, Jens-Erik Kirkegaard.
 

Løgmaður kunnaði seg um raðfestingarnar hjá nýggju stjórnini, og partarnir umrøddu møguleikarnar fyri vinnuligum og fyrisitingarligum samstarvi landanna millum. Grønlendska landsstýrið raðfestir høgt at gagnnýta alt náttúrutilfeingið, bæði ráevni og havtilfeingi, á burðardyggan hátt.
 

Vinnumálaráðharrin vísti áhuga í oljuleitingini í føroyskum sjóøki, serliga í boring gjøgnum basaltfláir. Grønland ynskir sum Føroyar at menna ferðavinnuna, og eisini varð vístur áhugi fyri tættari samstarvi um at fáa fleiri ferðafólk til Føroya og Grønlands.
 

Løgmaður kemur aftur til Føroya tann 19. apríl.

(Myndatekstur: Løgmaður og Miiti Lynge.)
 

(Myndatekstur: Jens-Erik Kirkegaard.)