16.10.2008 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður hitti tingnevndina hjá EFTA

Løgmaður hitti tingnevndina hjá EFTA

Fyrrapartin heilsaði løgmaður uppá og skifti orð við tingnevndina hjá EFTA, ið er á vitjan í Føroyum. Løgmaður greiddi m.a. frá europapolitikkinum hjá samgonguni. Fíggjarliga støðan í Ísland varð eisini umrødd, og løgmaður gav til kennar, at landsstýrið ynskir at veita íslendingum hjálp í tann mun tað er møguligt.

 

Løgmaður umhugsar at taka málið upp við hinar norðurlendsku stjórnarleiðararnar á Norðurlandaráðsfundinum, sum verður í Helsinki 28. oktober.