Løgmaður endaði sína fundarrøð í eystanlondum við at hitta Timur Zhaksylykov, ið er vara ráðharri í fíggjarmálum við høvuðsábyrgd fyri Eurasisku tollkommissiónini hjá Kasaksan. Á politiska fundinum í høvuðsstaðnum í Kasakstan, Astana, varð fríhandilssáttmálin við Eurasisku tollsamgonguna aftur umrøddur.
- Okkara tilgongd er eitt framhald av mínum fundi við Sergei Lavrov, uttanríkisráðharra Russlands, New York í fjør. Tá avráddu vit, at skilabest var at handa røttu myndugleikunum eina formliga áheitan um at gera ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Eurasisku tollsamgonguna. Áheitanin er nú latin Russlandi, Eurasisku kommissiónini og Kasakstan. Formliga áheitanin er ein týðandi liður at røkka málinum um ein fríhandilssáttmála, vísir løgmaður á.
Føroyskir myndugleikarar hava í longri tíð samskift við russar, kasakstanar og hvítarussar um ein fríhandilssáttmála. Seinnapartin í dag varð ein formlig áheitan um at gerast partur av Eurasisku tollsamgonguni latin kasakstansku myndugleikunum.
- Okkara áheitan verður nú viðgjørd á politiskum stigi í Kasakstan. Eg og Timur Zhaksylykov vóru samdir um at halda fast í samskiftinum landanna millum, og vit vóru á einum máli um, at ein bólkur við fólkum frá uttanríkistænastuni hjá Løgmansskrivstovuni og kommissiónini hjá tollsamgonguni verður settur umrøða málið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Løgmaður er aftur í Føroyum í morgin.
Mynd: Løgmaður og Timur Zhaksylykov